Føroyskt  
Dansk
Myndlist.net - heim
 
 
::Tíðindi

Livandi list - 49 nútíðar føroysk listafólk

 
 


Livandi

livandi list

Nýggj listabók “Livandi list” fer eina spennandi ferð djúpt niður í listini hjá 49 núlivandi føroyskum listafólkum.

Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, gevur í bókin eitt spennandi og umfatandi innlit í ta livandi listina. Fyri fyrstu ferð verður eitt yvirlit gjørt yvir føroyska samtíðar list.
Bókin gevur eitt livandi íkast til tankarnar um, hvønn veg myndlistin í dag fer, men hon vísir eisini hvaðani hon er sprottin.
Verkini hjá teimum 49 valdu listafólkunum vera sett inn í listfrøðiligan karm, sum gevur nýggja fatan av nútíðarlistini. Samstundis er eisini talan um ein bók, sum hugleiðir um ymisk rák og gongdir í altjóða listasøguni og knýtir tey saman við føroysku listini.
Í bókini eru meiri enn 250 myndir. Umframt tey kendu listafólkini, so verða fleiri listafólk umrødd, sum liggja í útjaðaranum í føroyska listaheiminum. Felags fyri øll er tó, at tey hava sýnt fram í Føroyum seinastu árini.
Bókin verður útgivin í tveimum útgávum – einari føroyskari og eini danskari.

Í sambandi við at bókin “Livandi list” kemur út, verður móttøka í
“Rit og Rák” í SMS *fríggjadagin 10. oktober kl. 16.00.

Umframt rithøvundin, vera fleiri av listafólkunum til staðar.

Inger Smærup Sørensen:
“Livandi list”
216 blaðsíður við meiri enn 250 litmyndum
útgevari: myndlist.net
Kostnaður: kr. 368,-